Liðið hjá Ingu Mariu Roysdóttir og Natasju Hammer, Stjarnan hevur bjargað sætinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í tveimum Play Off dystum móti FH úr næstbestu deildini hevur Stjarnan í báðum førum vunnið stórsigur.
Í kvøld vann Stjarnan í høllini í Kaplakrika á Hafnarfirði 35-21 á FH. Í steðginum var Stjarnan á odda 14-7.
Inga Maria var toppskjútti hjá FH við 10 málum. Natasja skoraði fýra mál.
##med2##












