Jana vann á Súnu í bestu donsku hondbóltsdeildini

Liðini hjá Mariu P. Nólsoy og Maritu Mortensen eru í løtuni millum átta tey fremstu liðini

Øll fimm føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í kvøld, og harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli stórsigur 38-26 á Súnu K. Hansen og liðfeløgum hennara í Skanderborg. Í steðginum var Viborg á odda 18-14.

 

Jana skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, og hon legði eisini upp til trý mál (assist). Súna skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir, legði upp til fýra mál, og hon vann eisini liðnum fýra brotskøst.

 

Liðið hjá Maritu Mortensen, HØJ vann á heimavølli 30-23 á EH Aalborg. Í steðginum var HØJ bert á odda við einum máli, 12-11.

 

Marita skoraði trý mál upp á fimm málroyndir. 

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagar hennara í Horsens taptu á heimavølli greitt 20-30 fyri stórliðnum, Esbjerg sum var á odda 14-8 í steðginum. 

 

Maria skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, legði upp til tvey mál, og hon vann liðnum trý brotskøst.

 

Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Rakul Wardum tapti stórt á útivølli 24-37 fyri Nykøbing Falster. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-8.

 

Rakul hevði eina bjarging í 10 málroyndum. Kappingarneytin, Stephanie Christensen bjargaði sjey av 24 málroyndum. 

 

Støðan undir seinasta leikumfarinum vísir, at í minsta lagi tvey, kanska trý føroyingalið fara at vinna seg í ovara endaspæli. Tvey ella trý føroyingalið fara at spæla í niðara endaspælinum: 

 

Nr.Lið:DystirStig
1Esbjerg2549
2Odense 2548
3Nykøbing-Falster2538
4Ikast2537
5Viborg2531
6Keypmannahavn2526
7Horsens2520
8HØJ2519
9Sønderjyske2518
10Silkeborg-Voel2517
11EH Aalborg2515
12Ringkøbing2514
13Skanderborg2511
14Bjerringbro257

 

Páskaaftan klokkan 15 spæla føroyingaliðini hesar dystirnar í seinasta leikumfarinum í grundspælinum:

 

EH Aalborg-VIBORG, Ikast-HØJ, SKANDERBORG-Silkeborg/Voel, RINGKØBING-HORSENS.