Í farnu viku vann Bodø/Glimt 3-0 á Sporting Lissabon á Aspmyra leikvøllinum í Bodø í fyrru áttandapartsfinaluni í Champions League.
Fjepparar og leikarar hava droymt um at møta Arsenal í fjórðingsfinaluni í Champions League, men tað verður Sporting sum møtir Arsenal í fjórðingsfinalunum.
Sporting megnaði at vinna 3-0 aftaná vanliga leiktíð, og 5-0 aftaná longda leiktíð, og harvið ein samlaðan 5-3 sigur. Fyri leikararnar hjá Bodø/Glimt var talan um eitt stórt vónbrot, at 3-0 leiðslan undan dystinum ikki helt.
PSG vann samlaðan stórsigur á Chelsea, og Real Madrid vann eisini á Manchester City á útivølli. Bert Arsenal megnaði at verja ensku litirnar við at vinna ein samlaðan sigur á Bayer Leverkusen.
HER eru úrslitini og málskjúttarnir:
Sporting Lissabon-Bodø/Glimt 5-0 (3-0 - 1-0) - Sporting vinnur samantalt 5-3
1-0 Goncalo Inacio ('34 )
2-0 Pedro Goncalves ('61 )
3-0 Luis Suarez, br. ('78 )
4-0 Maximiliano Araujo ('92 )
5-0 Rafael Nel ('120 )
Arsenal-Bayer Leverkusen 2-0 (1-0) - Arsenal vinnur samantalt 3-1
1-0 Eberechi Eze ('36 )
2-0 Declan Rice ('63 )
Chelsea-Paris Saint Germain 0-3 (0-2) - PSG vinnur samantalt 8-2
0-1 Khvicha Kvaratskhelia ('6 )
0-2 Bradley Barcola ('14 )
0-3 Senny Mayulu ('62 )
Manchester City-Real Madrid 1-2 (1-1) - Real Madrid vinnur samantalt 5-1
0-1 Vinicius Junior, br. ('22 )
1-1 Erling Haaland ('41 )
1-2 Vinicius Junior ('90 )
Í morgin vera hesar seinnu áttandapartsfinalurnar leiktar: Klokkan 17.45: FC Barcelona-Newcastle. Klokkan 20: Tottenham-Atletico Madrid, Liverpool-Galatasaray og Bayern München-Atalanta.











