Fyrstu ferð frá Fólkaflokkinum: Skeivt at forskatta pensjónir

Fyri fyrstu ferð hevur eitt høgt profilerað valevni hjá Fólkaflokkinum viðgingið, at tað var ein skeiv avgerð at forskatta pensjónirnar

##med2##

 

Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra brot úr sendingin.

 

Tað var Fróði Magnussen, valevni hjá Fólkaflokkinum, sum segði tað í valsendingini »Tinggáttin« í sjónvarpinum í kvøld.

Tá kjakast var um fíggingina hjá kommununum av eldraøkinum kom kjakið inn á forskattingina av pensjónunum. 

Tað var beint eftir at samgonga varð skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Miðflokkin og Sjávlstýrisflokkin í 2011, at lóg varð samtykt um at forskatta pensjónsinngjaldið hjá øllum føroyingum við 40 prosentum. Pengarnir skuldu so brúkast til at fíggja eldraøki, sum varð lagt til kommunurnar at umsita. Tað merkti í praksins, at skattur var tikin av pengum hjá øllum pensjonistum, sum annars ikki skuldu skattast, fyrr enn pensjón varð útgoldin einaferð í framtíðina. Hetta hevur gjørt fíggjarliga haldføri í búskapinum munandi verri, tí milliardir eru tiknar burtur úr haldførinum hesi árini.

Tað var Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum brisklaði Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum fyri hokuspokusloysnir, sum til dømis forskattingina av pensjónum, sum hann segði vera eina av høvuðsorsøkunum til, at tey í dag standa og tosa um vantandi haldføri í búskapinum.

– Hevði eg sitið har, so var hon ongantíð komin, segði Fróði Magnussen, sum eisini staðfesti, at tað var ein feilur at forskatta pensjóninar. 

Hetta vóru nýggir tónar frá Fólkaflokkinum, sum altið hevur hildið fast um, at tað var rætt at forskatta pensjónirnar.