Champions League: Týskland móti Spania

Lutakastið til hálvfinalurnar í Champions League hevur verið. Bayern Munchen møtir Barcelona, meðan Borussia Dortmund møtir Real Madrid. Sostatt vera tað tvær hálvfinalur millum lið úr Týsklandi og Spania.

Champions League hálvfinalur:

Bayern Munchen - Barcelona

Borussia Dortmund - Real Madrid(Vinnarin av hesum dystinum verður "heimalið" í finaluni)

Europa League hálvfinalur:

Fenerbahce - Benfica

FC Basel - Chelsea

11.41: Hatta var so tað. Lutakastið er komið at enda. Nú er bara at bíða til hálvfinalur fara í gongd seinni í hesum mánaðinum.

11.38: Umboð fyri hvørt felag eru komin á pallin, men ongin vil siga nakað sum helst, ið kann uppfatast sum eitt prik, so verturin endar bara samrøðuna. Ruud van Nistelrooy leggur tó afturat, at tað nokk skal blíva heitt á vøllinum til hesar dystirnar.

11.34: Barcelona og Real Madrid byrja á útivølli og hava sostatt tað fyrimunin, sum tey flestu meta tað verða, at spæla seinna dystin á heimavølli

Champions League hálvfinalur:

Bayern Munchen - Barcelona

Borussia Dortmund - Real Madrid

11.29: So byrjar lutakasið!

11.27: Hollendski framherjin metir, at Cristiano Ronaldo verður toppskjútti í Champions League í ár. Hann hevur longu skotið 11 mál. Tað eru trý fleiri enn Lionel Messi.

11.26: Ruud van Nistelrooy verður eisini maðurin, ið skal draga lut millum liðini

11.24: Liðini í hálvfinaluni eru Bayern Munchen og Borussia Dortmund úr Týsklandi, og Barcelona og Real Madrid úr Spania.

11.23: Champions League finalan verður á Wembley 25. mai. Finalan í 2011 var eisini spæld á Wembley.

11.21: So er lutakastið til Europa League liðugt, og nú verður lutakastið til hálvfinalurnar í Champions League.

11.19: FC Basel hevur klárað seg væl móti enskum liðnum seinnu árini. Teir sendu millum annað Manchester United úr Champions League, og vunnu samanlagt á Tottenham í fjórðingsfinlauni í Europa League.

11.16: So er greitt hvussu hálvfinalurnar í Europa League verða. Fenerbahce og FC Basel spæla á heimavølli í fyrru hálvfinlauni.

Europa League hálvfinalur:

Fenerbahce - Benfica

FC Basel - Chelsea

11.14: So byrjar lutakastið

11.13: Finalan verður spæld á Amsterdam Arena í Hollandi. Tað er heimavøllurin hjá Ajax.

11.10: Tey fýra liðini í pottinum til Europa League eru Benfica úr Portugal, FC Basel úr Sveis, Chelsea úr Onglandi og Fenerbahce úr Turkalandi.

11.08: Tað verður fyrrverandi PSV, Manchester United og Real Madrid framhjerin, Ruud van Nistelrooy, ið skal hjálpa til við lutakastinum til Europa League, sum er fyrst á skránni.

10.09: Í dag verður avgjørt hvør skal spæla móti hvørjum í Champions League hálvfinalunum. Bayern Munchen, Borussia Dortmund, Barcelona og Real Madrid eru í pottinum.

Fyri fyrstu ferð verður lutakast eftir fjórðingsfinalurnar í Champions League. Gamalt var, at tú longi í fjórðingsfinaluni visti hvørjum tú skuldi spæla móti í hálvfinaluni. Skilt á tann hátt, at tvær fjórðingsfinalur longu tá eru settar upp móti hvørjari aðarari, so at vinnarnir møtast í hálvfinaluni.

Í ár er øðrvísi. Nú er framvegis ógreitt hvør skal møta hvørjum. Tað verður alt avgreitt í dag, tá lutakast verður í Nyon í Sveis. Lutakastið byrjar klokkan 11 og portalurin fylgir gongdini beinleiðis.

Hetta er fyrstu ferð, at tvey týsk lið eru í hálvfinaluni. Týskur fótboltur hevur verið í framgongd í nøkur ár og nú síggjast úrslitini eisini í Champions League. Hetta er áttandi ferð, at tvey sponsk lið eru komin í hálvfinaluna. Spanskur fótbóltur toppaði í so máta í 1999/2000, tá trý sponsk lið verður í hálvfinaluni.

Eisini verður lutakast til hálvfinalurnar í Europa League. Har eru liðini Benfica, FC Basel, Chelsea og Fenerbahce. Lutakastið til Europa League verður eftir lutakastið til Champions League.