Eftir fyrireikingar í fleiri mánaðir og framman fyri 2300 gestum er bretski Charles kongur í dag krýndur í Westminster Abbey í London.
Ílatin eina gylta kápu og við kongsstavi í hvørjari hond fekk Charles kongur Sankta Edwards krúnu á høvdið.
Fyri sjálva krýningina legði Charles kongur millum annað eina krýnings- og starvstøkueið, eins og hann fekk at hoyra bretsku tignartekin kongs.
– Eg, Charles, viðgangi, vitni og boði frá – hátíðarliga og reiðilig, í Guds nærleika – at eg eri ein trúfastur protestantur, segði Charles kongur.
Millum tignartekin kongs er ríkisepli, fleiri ríkissvørð og armringar.
Harumframt var hann salvaður við halgari olju, sum er pressað av ollivin úr Oljufjallinum í Jerusalem.
Tað er fyrstu ferði í 70 ár, at ein kongaligur verður krýndur í Bretlandi.
Seinastu ferð, tað hendi, var tá mamma kongs, Elizabeth drotning, varð krýnd í 1953. Hon doyði í september í fjør.
Eisini kona Charles kong, Camilla, varð krýnd við hátíðarhaldið. Hon kann framyvir tí kallast »drotning«ø Síðani Elizabeth doyði og til krýningina hevur hon havt heitið gemalinda.
Millum teir 2300 gestirnar eru ríkis- og stjórnarleiðarar, kongalig og onnur kend fólk úr Bretlandi og uttanlands.
Eisini familjan hjá Charles er til staðar. Yngri sonur hansara, Harry prinsur, situr ikki fremst í kirkjuni saman við bróðrinum og familju hansar, men situr á triðja rað.
Umframt umboð fyri ensku kirkjuna hevur bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, tosað við hátíðarhaldið.
##med2##
Hann las upp eitt brot úr Bíbliuni. Tað var eitt brot úr Paulusar brævið til kolossumanna. Rishi Sunak er ikki sjálvur kristin, men hindu.
Hátíðarhaldið byrjaði klokkan 11 okkara tíð. Frammanundan koyrdi Charles kongur og Camilla í karet gjøgnum bretska høvuðsstaðin frá Buckingham Palace til næstan 1000 ára gomlu kirkjuna Westminster Abbey.
Hóast Charles ikki er krýndur fyrr enn í dag, hevur hann virkað sum bretskur kongur, síðani Elizabeth drotning doyði.
/ritzau/