Chavez hóttir Kolombia

Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, ávarar fólkið í grannalandinum Kolombia ímóti at velja Juan Manuel Santos til forseta. Chavez vísir á, at Santos var verjumálaráðharri í Kolombia, tá kolombiskir hermenn fóru inn í grannalandið Ekvador og søktu at einari uppreistrarlegu har. Hetta var í 2008.

-Ætlar hann sær at verða forseti, kann hann hóskandi byrja við at biðja um umbering fyri álopið. Verður hann valdur, kann tað føra til størri spenning og kanska kríggj, segði Hugo Chavez við venesuelska sjónvarpið.

Myndugleikarnir í Ekvador hava heldur ikki gloymt kolombiska álopið fyri tveimum árum síðani. Júst í dag skal ein dómstólur taka støðu til eina áheitan frá stjórnini í Ekvador um, at Juan Manuel Santos verður tikin, so hann kann dragast til svars fyri at hava givið boð um álop á annað land.