Ikki óvæntað er Chelsea ovasta liðið, nú týska Transfermarket hevur mett um, hvussu nógv hópirnir hjá ymsu feløgunum í Evropa kosta. Hópurin hjá Chelsea er verdur nærum 3 mia kr., og tað eru meira enn hálva milliard meira enn næstovasta liðið felagið á listanum, sum er Barcelona. Listin sær annars soleiðis út. 1 Chelsea (2,96 mia kr.), 2. Barcelona (2,39), 3. Real Madrid (2,23), 4. Inter (1,69), 5 Manchester United (1,58), 6. Milan (1,45), 7. Arsenal (1,44), 8. Juventus (1,37), 9. Liverpool (1,35), 10. Atletico Madrid (1,24).