Chelsea hevur fingið nýggjan venjara

Antonio Conte er settur sum nýggjur venjari hjá Chelsea. Hann er í løtuni landsliðsvenjari hjá Italia, men fer frá eftir evropameistaraheitið í summar. 

 

Sambært Sky Sports hevur italski landsliðsvenjarin skrivað ein trý ára sáttmála við enska felagið.

 

Antonio Conte sigur, at hann gleðir seg at byrja í starvinum.

- Eg eri errin av at vera landsliðsvenjari hjá heimlandi mínum og einans ein leiklutur so tølandi sum høvuðsvenjari hjá Chelsea kann fylgja tí, sigur hann við heimasíðu felagsins.

 

Chelsea hava leitað eftir einum nýggjum venjara síðani José Mourinho varð koyrdur í novembur. Guus Hiddink er í fyribilsstarvi hjá felagnum, men hevur fleiri ferðir sagt, at hann verður ikki verandi.

 

Antonio Conte var venjari hjá italska stórfelagnum Juventus, áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari. Hann vann trý meistaraheiti við Juventus.