Chelsea hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt Timo Werner frá RB Leipzig. Týski framherjin var leingi settur í samband við Liverpool, men Chelsea yvirhálaði og hevur nú keypt Timo Werner fyri 375 milliónir krónur.
24 ára gamli týskarin hevur seinnu árini víst seg fram í týska RB Leipzig, og er noteraður fyri 165 mál í 322 dystum í yrkisleiðini. Millum annað skoraði hann einsamalla málið, tá týska felagið vann 1-0 í Champions League kappingini á útivølli móti Tottenham undan koronasteðginum.
Liverpool var leingi favorittur at keypa Timo Werner, men Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur víst á at felagið hevur ikki umstøður at keypa ein slíkan spælara í løtuni. Timo Werner hevur gjørt sáttmála fram til 2025.