Chelsea hevur hagtølini við sær

Stórdysturin í kvøld á Stamford Bridge millum Chelsea og Manchester United hevur ikki sama týdning, sum hann hevði, tá hann varð útsettur í desember. Tá Chelsea og Manchester United bresta saman á Stamford Bridge í kvøld, so hevur Chelsea hagtølini við sær.

United hevur ikki vunnið á Stamford Bridge seinastu átta vitjanirnar, og hevur heldur ikki skorað í fimm út av sjey seinastu dystunum á The Bridge.

Tað mest ironiska er helst, at tað London-liðið, sum fær mest burtur úr einum Chelsea-sigri, er Arsenal. Tí hóast Chelsea skuldi vunnið dystin móti Manchester United, er liðið framvegis 12 stig aftan fyri oddaliðið.

Hjá heimaliðnum eru tað bert Alex og Benayoun sum eru á skaðalistanum, meðan Manchester United hevur Giggs og Owen sum ivasamar, meðan Anderson, Evans, Valencia, Ferdinand og Park eru úti.

Tað eru tó hagtøl, sum tala fyri Manchester United: Teir eru ósigraðir í øllum sjey dystunum, har Javier Hernandez hevur skorað, og hava vunnið teir seks.

Fernando Torres hevur einki mál skotið enn fyri Chelsea, men hann hevur skorað trý mál í fýra teimum seinastu dystunum móti Manchester United.