Chelsea kann gera ein Chelsea

Champions League: Ongin væntaði stóra steypið í 2012, nú støðan áleið tann sama

Í kvøld klokkan 20 verður Champions League finalan millum Manchester City og Chelsea. Í 2012 var støðan áleið tann sama hjá Chelsea, tá teir heldur óvæntað vunnu á Bayern Munchen í finaluni eftir brotssparkskapping.

 

Tá var Chelsea heldur ikki á toppinum í Premier League, og hevði skift venjara í leypi av kappingarárinum. Hesa ferð vra tað Frank Lampard, sum bleiv koyrdur og Thomas Tuchel tók við. Í 2012 var tað italski Roberto Di Matteo, sum tók við og vann.

 

Chelsea tapti FA Cup finaluna fyri kortum móti Leicester, men tað telur upp, at teir vunnu á júst Manchester City í hálvfinaluni. Tað eru nøkur ivamál í hópinum, men alt bendir á Thomas Tuchel kann senda bæði N'Golo Kante og málverjan Edouard Mendy á vøllin frá byrjan í kvøld.

 

Chelsea: Mendy; Christensen, Thiago Silva, Rüdiger; Azpilicueta, Jorginho, Kanté, Chilwell; Pulišić, Werner, Mount

 

Champions League finalan:

 

Manchester City – Chelsea (20.00)