Chelsea misti aftur stig

Chelsea spældi í dag á útivølli móti Birmingham, men tann uppgerðin endaði, sum hon byrjaði.

Aðra staðni mátti Tottenham taka til takkar við málleysum javnleiki móti Fulham, meðan Manchester City vann 2-0 á Stoke í fyrsta dystinum undir leiðslu av Roberto Mancini.

 

Chelsea er nú fimm stig framman fyri Manchester United, sum í morgin spælir á útivølli móti Hull. Tá spæla Arsenal og Aston Villa eisini.

 

Úrslitini í dag:

Birmingham-Chelsea 0-0

Fulham-Tottenham 0-0

West Ham-Portsmouth 2-0

Burnley-Bolton 1-1

Manchester City-Stoke 2-0

Sunderland-Everton 1-1

Wigan-Blackburn 1-1

Liverpool-Wolves 2-0