Chelsea og Manchester United møtast í Champions League

Tað verður ein endurtøka av finaluni í 2008 í Champions League fjórðingsinalunum. Tottenham møtur Real Madrid, men Barcelona fekk Shakthar Donesk. Lutakastið til fjórðings og hálvfinalurnar í Champions League hava verið í Nyon í Sveits í dag. Manchester United og Chelsea bresta saman í eini endurtøku av Champions League finaluni frá 2008. Vinnarin av fjorðingsfinaluni skal í hálvfinaluni møta vinnarinum av fjórðingsfinaluni millum Inter Milan og Schalke 04.

 

Í hinum fjórðingsfinalunum møtast Tottenham og Real Madrid. Real Madrid er tað liðið, ið hevur vunnið Champions League oftas Teir hava vunnu tað níggju ferðir. Í hini fjórðingsfinaluni hittast Barcelona og Shakthar Donesk úr Ukreina.

 

Champions League fjórðingsfinalurnar:

 

Chelsea ? Manchester United

Inter Milan ? Schalke

Real Madrid ? Tottenham

Barcelona ? Shakthar Donesk

 

Fyrru fjórðingsfinalurnar verða leiktar 5. og 6. apríl, meðan retur dysturin verður leiktur 12. og 13. apríl.

 

Hálvfinalurnar:

 

Chelsea ? Manchester United vs. Inter Milan ? Schalke

Real Madrid ? Tottenham vs. Barcelona ? Shakthar Donesk

 

Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 26. og 27. Apríl, meðan seinnu hálvfinalurnar verða leiktar 3. og 4. mai.

 

Finalan verður leikt á Wembley í London tann 28/5.