Tvær seinnu fjórðingsfinalur í Champions League hava verið í kvøld. Chelsea og Real Madrid eru víðari, eftir samlaðar sigrar á ávíkavist PSG og Borussia Dortmund.
Mourinho segði tað
Chelsea hevði ryggin móti múrinum undan seinnu fjórðingsfinaluni í Champions League. PSG vann fyrra dystin 3-1, tí skuldi Chelsea fram at skjóta minst tvey mál. Tað gjørdi tað ikki betri, at Eden Hazard, sum hevur verið millum stinnastu spælararnar hjá Chelsea í ár, mátti av vøllinum skaddur longu aftaná eitt korter.
Chelsea kom helmingin av vegnum, tá dysturin var ein hálvan tíma gamal. Andre Schürrle fekk bóltin eftir innlegg og skorarði. Sum dysturin gekk, so trýsti Chelsea meiri og meir. Teir skiftu Fernando Torres og Demba Ba inn og tað gav úrslit, tá Demba Ba skoraði tríggjar minuttir fyri tíð.
Málið merkir, at Chelsea vinnur, tí teir skora fleiri mál á útivølli. José Mourinho segði undan dystinum, at Chelsea kemur víðari. Rætt fekk hann.
Dortmund kundi og skuldi verið komið víðari
Í Týsklandi spældu Borussia Dortmund og Real Madrid. Spanska høvðusstaðarliðið vann fyrra dystin 3-0 og vóru tí stórfavorittar. Cristiano Ronaldo sat á bonkinum allan dystin og var helst slett ikki klárur at spæla, hóast hann var á bonkinum.
Borussia Dortmund spældi fyri sínum møguleika og var á odda 2-0 í hálvleikinum. Í báðum førum var tað Marco Reus, sum skoraði. Real Madrid brendi brotsspark, sum Ángel Di María skjeyt.
Fyri Borussia Dortmund var Henrikh Mkhhitaryan stóri brennivargurin. Hann brendi tríggjar risa møguleikar, meðan Real Madrid eisini hevði sínar møguleikar at avgera uppgerðina móti endanum. Sum heild var Borussia Dortmund greitt omaná og kundi verið farð víðari.
Champions League – Fjórðingsfinalur:
Borussia Dortmund (0) – (3) Real Madrid 2-0 (2-0)
1-0 Marco Reus, 27
2-0 Marco Reus, 34
Real Madrid vinnur samanlagt 3-2
Chelsea (1) – (3) PSG 2-0 (1-0)
1-0 Andre Schürrle , 32
2-0 Demba Ba, 87
Chelsea samanlagt tí teir hava skotið fleiri mál á útivølli