Fyrr í dag kunngjørdi Chelsea FC, og eigarin av felagnum, Roman Abrahamovic, at teir hava sent inn umsókn at sleppa at betra leikvøllin Stamford Bridge, so Chelsea kann fáa ein størri leikvøll, sum tekur 60.000 áskoðarar.
Í verandi stund kunnu 41.600 áskoðarar verða til dyst á Stamford Bridge.
Sambært ætlanunum verður tað í framtíðini ein øðrvísi uppliving at fara til fótbólt á Stamford Bridge leikvøllinum. Ætlanin er at skipa leikvøllin soleiðis, at hvørt setur á leikvøllinum kemur at hava gott útsýnið til vøllin. Á økinum verður eisini gistingarhús, fótbóltssavn, handlar, matstovur og kaffistovur.
Umbyggingin fer at kosta eina upphædd, sum svarar til umleið 5,5 miljardir krónur í okkara peningi. Um alt gongur eftir ætlan fer Chelsea at spæla sínar heimadystir á einum umbygdum, og nógv betraðum leikvølli, kappingarárið 2020-2021.