Tað sá ógvuliga gott út fyri Chelsea í hálvleikinum. 1-0 a odda í seinnu fjórðingsfinaluni móti Rubin Kazan eftir 3-1 í fyrra dystinum á Stamford Bridge í Europa League.
Seinni hálvleikur gjørdist tó ógvuliga skuffandi fyri Chelsea, tí eftir at Torres hevði lobbað bóltin upp um málverjan fimm miniuttir inn í dystin, vadr Rubin Kazan sum hamskifti etir steðgin.
Ivan Marcano stútaði bóltin í málið stutt inn í seinna hálvleik, og gav harvið Rubin Kazan eina vón, men bert fimm minuttir seinni legði útiliðið seg aftur á odda 2-1 við málið frá Victor Moses.
Eftir hetta skuldi Rubin Kazan skora fýra mál aftrat fyri at koma víðari, og tað megnaðu teir ikki. Teir megnaðu tó at skora tvey mál aftrat, og teimum báðum stóðu Goknediz Karadeniz og Berbas Natcho við einum brotssparki fyri.
Tottenham hevði vánalig kort á hondini undan útidystinum móti Basel, men úrslitið eftir longda leiktíð var nú ikki so galið kortini: 2-2.
Hetta var júst sama úrslit, sum í fyrra dystinum á White Hart Lane, og so mátti eyka tíð til. Tað var Clint Dempsey, ið legði Tottenham á odda í Basel, men lítla løtu seinni javnaði Mohamed Salah fyri heimaliðið.
Stutt eftir hálvleikin legði Aleksandar Dragovic Basel á odda, men enn einaferð eydnaðist tað Clint Dempsey at skora fyri Tottenham. Dysturin endaði í eykatíð, har einki mál kom, og tí mátti brotssparkskapping til, og hana vann Basel 4-1.
Í Newcastle var tað líka við og næstan, tá Newcastle tók ímóti Benfica úr Portugal. Paprise Cisse skoraði báðu megin hálvleikssteðgin, men báðu ferðirnar var tað dømt off-side. Tá so Cisse skoraði við 20 minuttum eftir, gav tað Newcastle eina veruliga vón. Men í yvirtíðini eydnaðist tað so Salvio at javna fyri Benfica.
Seinasti dysturin endaði javnt millum Lazio g Fenerbache, 1-1, og tað merkir, at Fenerbache sleppur víðari til hálvfinalurnar í Europa League.