Ígjár brast dreymurin, ið øll hondbóltshugað í Føroyum høvdu unt grønlendska manslandsliðnum í hondbólti og venjara teirra, Inga Olsen. Grønland tapti panamerikonsku bronsufinaluna 36-39 ímóti Chile aftaná longda leiktíð. Chile skal tí saman við Brasil og Argentina umboða Panamerika í HM-endaspælinum, ið verður í Danmark og Týsklandi í januar komandi ár.
Í dag er eyka orsøk hjá grønlendingum at iðra seg, tí fyrrapartin var lutakast til teir fýra HM-bólkarnar, og har kom Chile í bólk við Danmark, Noreg, Eysturríki, Tunesia og Saudi Arabia.
Fýra norðurlond fara at kappast í HM-endaspælinum. Tey eru Danmark, Noreg, Svøríki og Ísland.
HM-endaspælið í Danmark og Týsklandi verður dagarnar 7. til 29. januar í 2019.
HM-bólkarnir síggja soleiðis út:
- Bólkur A: Frakland, Týskland, Russland, Serbia, Brasil, Suðurkorea
- Bólkur B: Spania, Kroatia, Makedonia, Ísland, Bahrain, Japan.
- Bólkur C: Danmark, Noreg, Eysturríki, Tunesia, Chile, Saudi-Arabia.
- Bólkur D: Svøríki, Ungarn, Katar, Argentina, Egyptaland, Angola