ROK. Limir úr heimskenda stripbólkinum Chippendales vóru í síðstu viku við í einum stórum roki á einum gistingarhúsi í Keypmannahavn.
Sambært sjónvarpsrásini TV2 byrjaði alt undir framførsluni, sum Chippendales høvdu í Falkoner Centret. Har varð ein 16 ára gamul genta togað á pallinum, og hon slapp at verða við í showinum eina løtu.
Eftir framførsluna fór tann 16 ára gamla saman við einum vinkonu at vitja mannfólkastripparnar, sum búðu á einum gistingarhúsi á Frederiksberg. Her gjørdust onkrir av teimum vælvaksnu monnunum ov naskir, sambært tí 16 ára gomlu, og hon ringdi tí við fartelefon síni til nakrar vinir.
10 mans komu á gistingarhúsið, og í móttøkuni endaði tað við ógvusligum bardaga millum hesar menninar og limir úr Chippendales. Ikki fyrr enn løgreglan kom á staðið var bardagin steðgaður.