Christian í Grótinum og Norðborg, sum hava samtrolað eftir sild, hava sett kós móti Føroyum. Teir fóru til fiskiskap 14 august, tað hevur verið smáligt við fiskarí, teir hava leitað viða um, teir hava verið so langt sum norðuri á 74 gradum N, sum er langt norðanfyri Jan Mayn - har teir royndu í alttjóða sjógvi, men eisini har var smáligur fiskiskapur.
Alt sum Christian í Grótinum og Norðborg hava fingið, er skorið til sildafløk umborð á Norðborg, Norðborg er nærum full, nú teir koma inn.
Væntandi verða teir í Føroyum týsnáttina.