Christian í Grótinum aftur av svartkjaftatúri

Veiðan henda túrin, sum hevur verið í tíggju dagar, er umleið 1900 tons Í morgun kom Christian í Grótinum aftur av svartkjaftaveiðu. Hesa ferð er veiðan umleið 1900 tons, sum verða landað hjá Havsbrún í Fuglafirði.

Svartkjafta vertstíðin tykist so at siga at vera av fyri hesa ferð.

Christian í Grótinum fór av Fuglafirði mikumorgunin í síðstu viku. Teir hava roynt norðanfyri og vestanfyri.

Besta hálið henda túrin var 450 tons. Flestu av hinum hálunum vóru 150-300 tons.