Á norsku heimasíðuni - kystmagasinet.no - er um dagarnar grein um sjógvvatnskøliskipanina, sum verður umborð á nýggja Christiani í Grótinum, ið Karstensens Skibsværft A/S í Skagen hevur gjørt sáttmála við reiðaríið í Klaksvík um at byggja.
Í greinini verður serliga gjørt burtur úr kølivatnsskipanini, sum verður í nýggja skipinum og sum eitt felag í Ålesund í Noregi - Hydroniq Coolers - letur til nýbygningin.
- Hetta er fyrstu ferð, at vit hava veitingar til hesa skipasmiðju og reiðara. Hetta vísir áhugan, sum okkara sjógvvatnskøliskipan, sum situr uttan á skrokkinum undir maskinrúminum, hevur innan altjóða skipabygging, sigur Hans Robert Almestad, sølu-og marknaðarstjóri hjá Hydroniq Coolers.
Fyritøkan í Ålesund skal levera køliskipanina, sum verður rópt "Rack" til nýggja Christian í Grótinum, sum Kristian Martin Rasmussen & synir lata byggja.
- Henda køliskipan skilir seg burtur úr øðrum skipanum, sum verða brúktar umborð á skipum, tí hon situr á skrokkinum, beint undir høvuðsmotorinum á skipinum. Skipanin kølir høvuðsmotorin og aðrar skipanir við sjógvvatni - og uttan at taka pláss í maskinrúminum.
Heimasíðan veit at siga, at nýggi uppsjóvartrolarin skal loysa av gamla skipið við sama navni. Tað er Karstensens Skibsværft A/S, sum saman við reiðarínum hevur sniðgivið og ment skipið saman við reiðarínum í Klaksvík. Dentur er lagdur á burðardyggleika og minst møguligt útlát fyri hvørt kilo av fiski, sum skipið fiskar.
- At seta sjógvvatnskølaran í skrokkin á skipinum gevur størri orkusparing enn aðrar loysnir. Úrslitið verður minni orkunýtsla, minni útlát og lægri rakstrarkostnaður fyri reiðaríið. Tað er tí einfalt at skilja, hví Rack-sjógvvatnskølarin passar væl til júst hetta skipið og tess umhvørvisvinarliga profil, sigur sølu-og marknaðarstjórin hjá Hydroniq Coolers.
Kystmagasinet.no veit eisini at siga, at skrokkurin til nýggja Christian í Grótinum verður bygdur hjá Karstensen Shipyard Poland í Gdynia, og síðan verður skipið gjørt liðugt á Karstensens Skibsværft A/S í Skagen. Skipið verður 89,35 metrar langt og 17 metrar breitt. Sambært sáttmálanum skal nýggi Christian í Grótinum latast eigarunum í januar mánaði næsta ár.