Christian í Grótinum verður seldur til Chili

- Vit hava gjørt eina rammuavtalu við felag í Chili um sølu av Christian í Grótinum, har vit fáa sama prís fyri skipið, sum tað kostaði okkum av skipasmiðjuni fyri 10 árum síðan, sigur Jón Rasmussen

Avtala

 

Jón Rasmussen váttar, at reiðariið P/F Christian í Grótinum í Klaksvík hevur gjørt eina rammuavtalu við eitt felag í Chili um sølu og yvirtøku av Christiani í Grótinum.

- Tað er við blandaðum kenslum, at vit hava gjørt avtalu um at selja skipið. Hetta byrjaði fyri tveimum mánaðum síðan. Vit fingu ein fyrispurning úr Chili um keyp av skipinum. Svarið hjá okkum var, at alt er til sølu, um prísurin er hin rætti. Chilenar byrjaðu við at bjóða okkum stívliga sjeyti miljónir krónur, og sum tíðin leið, og eisini aðrir áhugaðir keyparar komu inn í myndina, fingu vit at enda boð, sum vóru líka høg, sum byggikostnaðurin upprunaliga var fyri skipið í 1998.

Jón sigur, at partarnir eru samdir um prísin og levering av skipinum.

- Enn er einki undirskrivað, men vit hava soleiðis gjørt eina rammuavtalu um sølu og levering.

Hann vísir á, at skipið sambært avtaluni skal siglast yvir til Chili undir føroyskum flaggi, og síðan verður umflaggingin í Chili.

- Sølan hevur einki við byggingina av nýggju Norðborg í Chili at gera og felagið, sum vit hava gjørt avtaluna við, hevur heldur einki við skipasmiðjuna at gera.

Christian í Grótinum skal handast í Chili millum 15. og 20. oktober og sambært byggisáttmálanum, sum felagið hevur í Chili, verður nýggja Norðborg latin eigarunum 31. oktober.

- Nýbygningurin er seinkaður nakað, tí í upprunaliga sáttmálanum skuldu vit yvirtaka skipið 24. juni í ár.

Vit spurdu eisini Jón, um tað er hugsandi, at teir fara yvir til Chili við Christian í Grótinum og koma heimaftur við nýggju Norðborg.

- Tað hevur ongantíð ligið í kortunum, men nú er tað ikki heilt óhugsandi, at tað kann blíva so.

Jón Rasmussen sigur, at tá ið teir lótu Christian í Grótinum byggja, vórðu trý skip bygd av sama slagi, og hini bæði eru longu endað aftur í Chili.

- Nú bendir so alt á, at Christian í Grótinum eisini endar í Chili.

Hann sigur, at eitt skip, sum Christian í Grótinum helst kostar tað tvífalda at byggja í dag, sum tað kostaði fyri 10 árum síðan.

- Vit fara nú at hugsa um, hvat vit skulu gera við rættindini hjá Christiani í Grótinum. Her eru nakrir møguleikar. Eitt er, at vit kunnu útvega okkum eitt annað brúkt skip, sum kanska er minni brúkt enn okkara. Tað er nevniliga soleiðis, at Christian í Grótinum er nógv brúktur og partvís slitin, og óhugsandi er ikki, at vit sum frá líður skuldu brúkt meira pening upp á viðlíkahald. Onnur líknandi skip á sama aldri hava kanska siglt helmingin minni enn okkara. Møguleikar eru kanska eisini at byggja eitt ódýrari og meira orkusparandi skip – og í triðja lagi mugu vit síggja, hvussu verður við svartkjaftakvotuni og teimum rættindum annars, sum hesi skip hava.

Jón sigur, at enn hava hesi skip hampilig veiðirættindi, men við skerjing av svartkjaftakvotuni saman við høgum oljuprísum fer tíðin at vísa, um veiðirættindini hjá Christiani í Grótinum skulu flytast yvir á nýggju Norðborg.

- Men tað er so avgjørt ikki tað, vit ætla okkum at gera. Vit hava alla tíðina hildið, at tað er ein áhugaverd samanseting at hava eitt skip, sum veiðir ídnaðarfisk – og eitt, sum veiðir matfisk, sigur Jón Rasmussen.