29 ára gamli framherjin hevur hetta síðsta árið spælt við AB í næstbestu donsku deildini, men síðstu tíðina hevur verið so sum so við spælitíðini. Men nú Christian Høgni kemur heimaftur til Runavíkar, man lítið vera at ivast í, at hann fær ríkiligt av tíð á vøllinum.
Sum skilst, er talan um eina trý ára avtalu, og fyrsti dystur hansara, nú hann aftur verður í NSÍ-troyggjuni, verður hósdagin 2. juli á útivølli ímóti norska Rosenborg í UEFA Europe League-kappingini. Og annars spælir hann so fyri NSÍ í Vodafonedeildini, tá summarsteðgurin er av.
Christian Høgni Jacobsen var í 2007 við til at tryggja NSÍ fyrsta og higartil einasta føroyameistaraheitið í bestu deildini, tá NSÍ leigaði hann frá HB. Umframt at Christian Høgni síðsta árið hevur havt sáttmála við AB, hevur hann eisini fyrr spælt við øðrum donskum feløgum, bæði Vejle BK og Esberg fB.