Christian Høgni er einasta føroyska umboðið

Brøndby økti frammanfyri stórari áskoðarafjøld í Århus um munin til hini toppliðini

 

Johan B. Hansen er framvegis ikki í nánd av besta liðnum hjá OB. Og Todi Jónsson er tíverri framvegis so mikið skaddur, at tað ikki ber honum til at spæla.

Eingin føroyingur var á vøllinum í superliguni sunnudagin. Síðsti dysturin í hesum umfarinum var í gjárkvøldið, og tá var møguleiki fyri, at ein føroyingur kundi koma á vøllin. Esbjerg skuldi fáa vitjan av AB, og Christian Høgni Jacobsen var ein av trimum álopsspælarum, sum Esbjerg venjarin, Viggo Jensen, hevði á listanum hjá sær.

Bæði AB og Esbjerg hava staðið seg sera væl í tí stóra triðinginum av kappingini, sum higartil er spældur. Um tað í gjárkvøldið eydnaðist Esbjerg at vinna, so rukku teir 28 stig fyri fjúrtan dystir. Hetta er sama stigatal, sum teir fingu fyri allar 33 dystirnar, tá teir síðst vóru í bestu deildini.


Brøndby økti

Størsta áhugan millum áskoðararnar hevði dysturin í Århus. 19.279 møttu upp fyri at vera vitni til, um góða gongdin hjá AGF seinastu vikuna skuldi halda fram. Eftir at teir høvdu fingið 20 milliónir, vann AGF næstsíðsta mánakvøld 4?1 í Aalborg.

Men hesa ferð gekk tað ikki. Brøndby legði seg á odda beinanvegin, og hóast AGF javnaði í 1. hálvleiki, so eydnaðist tað Brøndby í 2. hálvleiki at skora sigursmálið.

Munurin millum Brøndby og AaB á næstfremsta plássinum øktist enn eina ferð. Fyri aðru ferð á rað lótu teir í AaB fýra mál fara ígjøgnum, og fyri aðru ferð á rað var talan um eitt mótstøðulið úr Jyllandi, sum er í tunga endanum í superliguni.

Hesa ferð var AaB í Vejle. Heimaliðið kom á odda við tveimum málum, men AaB kom afturíaftur og javnaði. Men síðstu løtuna spældi Vejle mótstøðumenninar niður og norður og skoraði tvey mál afturat.


Nýtt álop

FCK, sum hevur UEFA Cup dystin í Amsterdam ímóti Ajax hóskvøldið at hugsa um, hevði tveir nýggjar spælarar í álopinum hesa ferð. Tað vóru Peter Møller og georgiski Mikhail Ashvetia, sum var væl upplagdur.

Zuma var als ikki við, og Heine Fernandez var á beinkinum. 13.780 áskoðarar vóru vitni til málleysan 1. hálvleik. Beinanvegin eftir hvíldina skoraði miðvallarin Christian Poulsen fyri FCK, men FCM javnaði til endaliga úrslitið 1?1.


Botnurin

Eftir tapið ímóti Brøndby er AGF niðanfyri niðurflytingarstrikuna, men tað er ivaleyst bara ein spurningur um tíð, hvussu leingi teir vera har.

Verri stendur til hjá Lyngby. Teir eru omanfyri strikuna, men teir hava tapt nógv síðstu tíðina. Nú tykist vera greitt, at superliguliðið fer at flyta úr Lyngby og til Ballerup. So er spurningurin, hvussu tað verður við spælarunum. Venjarin, Poul Hansen, sum áður hevur sagt, at hann ætlaði at rýma, tá sáttmálakeiðið var runnið komandi ár, er ikki so avgjørdur, nú tað er greitt, at liðið fær ein nýggjan heimavøll.

Sunnudagin hevði Lyngby vitjan av OB. 1.147 áskoðarar møttu upp, og teir sóu gestirnar vinna 3?2.

Silkeborg hevði vitjan av Viborg. Felags fyri bæði liðini var, at tey skiftu venjara í síðstu viku. Hvørki liðið vildi tapa, og so endaði tað 1?1.