Christian Høgni á útivølli við Løkin

- Tað er lygn. Hetta var fyrsti tankin Christian Høgni Jacobsen hjá HB gjørdi sær, tá ið felag hansara var drigið at møta barndómsfelagnum, NSÍ, í aðru rundu í kappingini um Løgmanssteypið

FÓTBÓLTUR

Christian Høgni Jacobsen hjá HB er ein av fremstu føroysku fótbóltsleikarum her á landi. Hann hevur roynt eydnuna í útlandinum fyrr, og í Føroyum hevur hann m.a. roynt at verið toppskjútti í fleiri umførum. Hann hevur tó bert umboðað eitt felag her á landi, nevniliga barndómsfelagið úr Runavík, NSÍ.
Eftir lokið kappingarár í fjør valdi Cristian Høgni tó at royna aðrar leiðir. Hann skrivaði undir sáttmála við meistaraliðið, HB, har hann nú skal royna seg í komandi kappingarári. Vit hava tikið eitt prát við Christian Høgna, nú nýggja felag hansara skal møta barndómsfelagnum, NSÍ, við Løkin í aðru rundu í kappingini um Løgmanssteypið.

Trívist væl í HB
Nú hevur Christian Høgni vant við besta HB-liðnum í eina tíð, og hann sigur sær dáma stak væl í nýggja felagnum.
- Ja, eg má siga, at mær hevur dámt heilt væl. Leikararnir hava tikið væl ímóti, og eg haldi, at eg hóski væl til liðið og leikararnar her.
Nú er liðið væl út í februar mánað, og flestu liðini í Formula-deildini eru byrjað at spæla vinardystir. Eisini HB hevur verið í dysti, men úrslitini hava verið so sum so. Christian Høgni er tó hampiliga væl nøgdur við spælið hjá liðnum, tí har eru fleiri nýggir leikarar, sum skulu spælast inn í hópin.
- Vit hava fleiri nýggjar leikarar á liðnum. Har eru eg sjálvur, Milan Kuljic og Marcin Dawid, so tað tekur eitt sindur av tíð at spæla liðið saman. Vit hava tó spælt tveir vinardystir, og í tí fyrra skuldu vit so inn til Runavíkar at spæla ímóti NSÍ. Eg haldi, at spælið hjá okkum var ikki so heilt galið í dystinum, men sum fleiri helst vita, so taptu vit heili 4-1. Tá man tapir so nógv, so eru sjálvandi nøkur ting, sum skulu gerast betri.
- Í seinna dystinum spældu vit ímóti GÍ, og tá var nógv betri. Her vunnu vit 2-0, og tá haldi eg, at vit spældu ein fínan dyst. Enn eru tó nøkur ting, sum skulu uppá pláss, men vit spældu væl betri enn ímóti NSÍ.

Skal møta NSÍ
Fyrr í gjárkvøldið var so lutakast í Sjónvarp Føroya, har drigið var lut um, hvørji lið skuldu hittast í kappingini um Løgmanssteypið. Hetta bar við sær, at Christian Høgni og hansara liðfelagar skulu ein túr inn til Runavíkar, at spæla ímóti barndómsfelagnum hjá Christian Høgna, NSÍ.
Christian Høgni helt hetta vera sera tilfeldugt, men hann gleðir seg tó til uppgávuna.
- Tað er lygn, var mín fyrsti tanki, tá eg sat frammanfyri sjónvarpið og hugdi at lutakastinum. Hatta er ótrúliga tilvildarligt, men soleiðis er fótbóltur nú einaferð, so hetta má eg bara taka við. Seinast vit spældu í Runavík gekk ikki so galið hjá mær, sjálvt um vit taptu stórt. Munurin er bara, at fyrr var eg gulur, nú eri eg reyður.
- Eitt er tó sikkurt. Skulu vit vinna dystin í Runavík, so skulu vit spæla betri, enn vit gjørdu, tá vit møttu teimum í vinardystinum. Vit skulu ikki gera so nógv persónlig mistøk, men hetta verður uttan iva betri tá.

Væntar eina harða kapping
At enda spurdu vit Christian Høgna, hvørjar vónir hann hevur til komandi kappingarár.
- Eg havi góðar vónir. Eg vænti eina harða kapping, tí har eru nógv góð lið í Formula-deildini. Flestu liðini hava í minsta lagi 11 góðar leikarar, so vit mugu arbeiða hart í hvørjum dysti.
- Vit hava eitt gott lið, men har eru fleiri onnur lið, sum heilt víst eisini ætla sær at spæla við í oddinum. B36 hevur eitt gott lið, og teir eru altíð í oddinum. NSÍ hevur eisini brynjað seg væl út í teirra royndum at røkka heiðursmerkjum, og so er tað EB/Streymur. Teir kláraðu tað væl í fjør, og eg vænti, at teir enn einaferð fara at spæla við í oddinum, tí teir hava eisini eitt sera gott lið.
Christian Høgni ljóðaði spentur á málinum til komandi kappingarár, men hann vildi tó ikki geva eitt endaligt boð, hvar HB fór at vera, tá landskappingin kemur til sín enda í oktober mánaða.