Christian Høgni Jacobsen hevur verið millum bestu spælarnar í føroysku landskappingini seinastu árini. Hann er einstaklingur sum fáur. Málsøkin og dugir at senda avgerandi avleveringina. Mótstøðumenninir hava oftast torført við at krøkja bóltin frá honum.
KÍ var omaná í steðginum. Kristoffur Jakobsen hevði syrgt fyri, at klaksvíkingur vóru á sigurskós. Tá fór Christian Høgni Jacobsen upp í ferð.
Málini
Seinna umfarið var ikki gamalt, tá framherjin fekk bóltin fyri føturnar. Hann hevði sneitt fleiri mótstøðumenn av, tá Rudolf Eliasen setti fót fyri honum. Christian Høgni fór um koll, og dómarin floytaði fyri brotssparki. Hann var sjálvur tryggur frá brotssparkblettinum.
Fimm minuttir fyri leiklok fór hann aftur til stroks. Hann hevði bóltin í høgra borði, tá Sørmund Kalsø, KÍ, gjørdi fríspark móti honum. Christian Høgni Jacobsen var fyrstur á frísparksinnlegginum, og úr stuttari fjarstøðu stýrdi hann bóltinum í netið.
Lagt bragdliga fyri
NSÍ hevur 10 stig fyri fyrstu fimm landskappingardystirnar. Tann úrtøkan er sera góð, tá hugsað verður um, at runavíkingar hava framvegis ikki spælt móti báðum niðastu liðunum. Dystirnir móti HB, Víkingi, B68, EB/Streymi og KÍ hava givið 10 stig, og tað er avgjørt nøktandi fyri runavíkingar.