Christopher Tolkien gjørdi fleiri av verkunum hjá pápa sínum liðug.
Nú er hann deyður, 95 ára gamal.
Hann var sonur kenda rithøvundin J.R.R. Tolkien, sum m.a. er kendur fyri Ringanna Harri.
Christopher Tolkiener m.a. kendur fyri at hava skrivað nøkur av handritunum liðug, sum pápin legði eftir seg, tá hann doyði í 1973.
Christopher Tolkien var yngsti sonur av trimum hjá J.J.R Tolkien, og Christopher Tolkien teknaði t.d. fleiri av kortunum, sum myndprýddu bøkurnar, tá bøkurnar Ringanna Harri komu út í 50’unum.