Eins og áður verður Citroën Jumper bygdur yvir sama karossarí sum líknandi útgávur av Peugeot og Fiat. Nýggi Jumper er ein heilt nýggjur bilur sum verður gjørdur í nógvum ymiskum útgávum sum vørubilur, lastbilur ella minibussur. Totalvektin er millum 2,9 og 3,5 tons og bilurin verður gjørdur í trimum ymiskum aksulfrástøðum. Vøruvognarnir fáast í ymiskum útgávum við vørurúmi í stødd millum 7,5 og 14 rúmmetrar.
Alt nýtt innan
Umframt at ABS bremsuskipan nú er standard í øllum útgávunum, eru nógvar aðrar ábøtur, sum til dømis betri ljóðisolering, betri ljós í forlyktunum, nýggjur gearkassi við hydrauliskari kobling. Innan er alt nýtt, instrumentborðið og setrini. Setrið hjá bilførarnum hevur el-hita og kann stillast allar vegir. Gearstongin, ið situr í instrumentpanelin, er sera løtt at handfara. Eisini hevur bilurin fjarstýrt sentrallás og el-síðurútar.
Meira ljóðleysur
Jumper fæst við HDi motorum í trimum ymiskum støddum. 2.0 HDi við 85 hk, 2.2 HDi við 100 hk og 2.8 HDi við 127 hk. Eitt nýtt slag av motorupphangum er við til at gera bilin meira ljóðleysan og harvið merkjast ongar ristingar frá motorinum. Eisini er nógv gjørt fyri at tryggja tey ferðandi í bilinum, sum hevur airbag í vinstru síðu sum standard og kann leverast við airbag í høgru síðu sum eykaútgerð. Jumper við 2.8 HDi motorinum fæst eisini við automatiskum gearum. Sum minibussur er Jumper væl egnaður sum avlamisbilur.
Citroën Jumper 2.8 Hdi v/ last
Motorurin4 syl. 2.8 HDi common rail
diesel 127 hk
Oljunýtsla10,5 km/l
Toppferð152 km/t
Dekkstødd195/70-15 PR-8 (Jumper 29)
Oljutangin80 litrar
Prísurkr. 230.000,- v.MVG
SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo