Citroen er mest seldi persónbilur í Føroyum

Við eini framgongd upp á 41 prosent er Citroen komin upp á fyrsta pláss av seldum persónbilum í Føroyum í fjør.

Tað vísir uppgerðin hjá Aktstovuni yvir seld akfør í Føroyum í 2013. Næstur eftir Citroen kemur Toyota, sum vanliga er mest seldi bilur í Føroyum. Í fjør vórðu seldir 239 persónbilar av Toyota. Á triðja plássi kemur Kia við 142 bilum.

Listin yvir seldar persónbilar í Føroyum í fjør sær soleiðis:

1. Citroen 260
2. Toyota 239
3. Kia 142
4. Ford 123
5. Nissan 93
6. Volvo 65
7. Mercedes-Benz56
8. Opel 54
9. Volkswagen 53
10. Peugeot 45
11. Suzuki 41
12. Mitsubishi 38
13. Hyundai 36
14. Honda 35
15. Mazda 30
16. Audi 16
17. Skoda 13
18. Fiat 12
19. Lexus 11
20. BMW 10
21. Renault 10
22. Chevrolet 8
23. Ssangyong 4
24. Land Rover 2
25. Seat 2
26. Subaru 2
27. Dacia 1
28. Kymco 1