Tað er friður í eingilsku landskappingini í dag. Orsøkin er tann, at tað er steypafótbóltur á skránni. FA Cup er komin so mikið langt, at nú verður kappast um pláss í fjórðingsfinalunum. Fýra dystir eru á skránni í dag, tríggir í morgin og ein mánakmvøldið.
Stórdysturin í dag er tann millum Manchester City og Chelsea, sum eru á áviikavíst triðja og fremsta plássi í landskappingini. Tá ið lðini hittust 3. februar í landskappingini, vann Chelsea 1-0 á útivølli.
Stórdysturin í morgin verður, tá ið Arsenal fær vitjan av Liverpool. Fyri fáum døgum síðani smurdi Liverpool Arsenal av á Anfield Road 5-1!
Í dag
Sunderland-Southampton kl. 12.45
Sheffield Wednesday-Charlton kl. 15.00
Cardiff-Wigan kl. 15.00
Manchester City-Chelsea kl. 17.15
Í morgin
Everton-Swansea kl. 13.30
Sheffield United-Nottingham Forest kl. 15.00
Arsenal-Liverpool kl. 16.00
Mánadagin
Brighton-Hull kl. 19.45