City spenti bein fyri Leicester

Liverpool er framvegis tíggju stig fremst, sjálvt um felagið er í Katar

Manchester City vann í kvøld stóra dystin í Premier League móti Leicester. Úrslitið ber við sær, at Liverpool framvegis er tíggju stig fremst, men at tað nú eru ellivu stig niður til Manchester City, ið er eitt stig aftanfyri Leicester.

Tað vóru annars gestirnir úr Leicester, sum komu á odda við máli frá Jamie Vardy. Sjálvandi, hevur ein hug at leggja aftur. Jamie Vardy er toppskjútti í Premier League hetta kappingarárið. Men Manchester City var sannførandi restina av dystinum og vann 3-1. Riyad Mahrez, Ilkay Gundogan og Gabriel Jesus skoraðu málini.

Í Liverpool spældu Everton og Arsenal málleysan javnleik, har nýggju venjararnir Carlo Ancelotti (Everton) og Mikel Arteta (Arsenal) vóru á áskoðaraplássinum, meðan fyribils venjararnir, Duncan Ferguson og Fredrik Ljungberg, stóðu á odda fyri seinastu ferð.

Liverpool spælir ikki í hesum umfarinum, tí felagið er í Katar og spælir HM fyri lið.

Premier League 18. umfar:

Everton – Arsenal 0-0

Bournemouth – Burnley 0-1

Aston Villa – Southampton 1-3

Brighton – Sheffield United 0-1

Newcastle – Crystal Palace 1-0

Norwich – Wolverhampton 1-2

Manchester City – Leicester 3-1

Stigatalvan í Premier League

1Liverpool17161042:1449
2Leicester18123341:1439
3Manch.City18122450:2038
4Chelsea1792631:2529
5Sheffield Utd1877422:1628
6Wolves1869326:2227
7Tottenham1775532:2426
8Manch.Utd1767426:2025
9Newcastle1874718:2425
10Burnley1873823:2924
11Arsenal1858524:2723
12Crystal Palace1865715:2023
13Brighton1855821:2620
14Bournemouth1854919:2519
15Everton1854920:2919
16West Ham1754819:2819
17Southampton18531021:3718
18Aston Villa18431124:3315
19Norwich18331219:3712
20Watford1716109:329