City sum Real

Brasilski Robinho hevur stórar vónir til framtíðina hjá enska felagnum Manchester City, sum hann spælir fyri. Robinho kom í summar til Manchester, og hann hevur staðið seg væl fyrstu tíðina.

- Eg ætli mær at skriva søgu í felagnum, og eg rokni við at gerast ein av teimum stóru stjørnunum í Manchester City. Eg kom til City, tí eg sá, hvussu teir menna seg, og kanska kunnu vit blíva líka stórir sum Real Madrid, sigur Robinho við Daily Star.