CL-fótbóltur

Juventus, Bayern München, Manchester United og Lyon eru nú klár til næsta umfarið av Champions League
Hetta stóð greitt eftir dystirnar í gjár, har fleiri sera spennandi dystir vóru á skránni. Eitt nú fekk Bayer Leverkusen 1-1 javnleik á útivølli móti Real Madrid, og við 0-1 tapi á útivølli móti Monaco, verður tað nú sera trupult hjá enska Liverpool at vinna seg víðari.
Úrslitini í gjár vóru annars hesi:
Bayern München-Maccabi Tel aviv 5-1 (3-0)
Dynamo Kiev-Roma 2-0 (0-0)
Juventus-Ajax 1-0 (1-0)
Manchester Utd-Lyon 2-1 (1-1)
Monaoco-Liverpool 1-0 (1-0)
Olympiakos-Deportivo 1-0 (0-0)
Real Madrid-Bayer Leverkusen 1-1 (0-1)
Sparta Prag-Fenerbache 0-1 (0-1)