Clapson knústi gulldreymin

Við einum drønskoti seint í dystinum, gjørdi Paul Clapson av við gulldreymin hjá EB/Streymi. Heimaliðið hevði áðrenn tað havt sínar møguleikar, og teir skutu tríggjar ferðir á tvørstongina ella stongina


Gullið gjørdist til grát á Mølini leygardagin. EB/Streymur, sum bert skuldi hava eitt stig í dystinum ímóti KÍ, endaði við ongum, og so misti liðið gullmerkini á stokkinum.
EB/Streymur hevði sínar møguleikar í dystinum ímóti KÍ, sum veruliga stríddist fyri sínum møguleika í dystinum. Tey, sum hildu, at KÍ ikki fór at spenna seg út fyri at leggja fót fyri EB/Streym í gullstríðnum við HB, fóru skeiv. KÍ’arnir stríddust sera væl allan dystin, og hóast teir í stórum løtum vóru í verjustøðu, so bitu teir eisini frá sær fram eftir vøllinum.
 
Trýstu frá byrjan
Tað var fitt av vini á Eiði leygardagin, og í fyrra hálvleiki hevði EB/Streymur vindin meira undan. Teir á heimaliðnum løgdu bragdliga fyri. Teir royndu at trýsta KÍ aftur á vøllin, teir høvdu fleiri royndir á málið, og tað var eisini um reppið, at teir skoraðu.
Eftir eitt korter hevði EB/Streymur tvey drønskot ímóti KÍ málinum. Fyrst var tað Rafal Kwiecinski, sum smekkaði til, og síðani var tað John Heri Dam, sum fekk skot á, men báðu ferðirnar bjargaði Meinhardt Joensen sera væl.
Beint fyri hálvleik kom Hans Pauli Samuelsen at standa sera væl til í KÍ brotsteignum, men hann sendi skotið á stongina og út.
KÍ hótti bara av og á málið hjá EB/Streymi, men í eina førinum tíðliga í dystinum rak Paul Clapson seg væl fyri í brotsteiginum, og tá mátti René Tórgarð bjarga sera væl.
 
Raktu tvørstongina
Í seinna hálvleiki var dysturin javnari, og KÍ royndi eisini støðugt at koma í álop. EB/Streymur fekk eitt sindur meira pláss at spæla og renna á, men teir komu sjáldan veruliga til opnar kjansir.
Sjey minuttir eftir steðgin sendi Oddmar á Lakjuni á tvørstongina hjá EB/Streymi, og eina løtu seinni var tað Gert Hansen, sum eftir gott gjøgnumbrot og úr góðari støðu sendi á tvørstongina.
EB/Streymur var eitt sindur meira varið, sum dysturin leið, tí teir vistu, at tað var nóg mikið við javnleiki. Í Havn fekk HB ikki hol á, og tí var tað óhugsandi, at teir alt í einum skuldu skora 11 mál.
Eftir ein slakan hálvan tíma var tað Arnbjørn Hansen, sum stóð fyri tørni at senda á tvørstongina hjá KÍ.
 
Clapson sendi gullið av Mølini
Átta minuttir fyri tíð hendi tað, sum ikki skuldi henda fyri heimaliðið. KÍ fór í álop í høgru, bólturin var spældur til Paul Clapson, sum beint innfyri brotsteigarmarkið í høgru drønaði bóltin í handara málhorn. Eitt perlumál, sum gjørdist avgerandi fyri dystin.
EB/Streymur hevði illgruna um, hvat fór at henda í Havn, og teir løgdu nógv fyri frammi á vøllinum, tað sum eftir var. Egil á Bø var fluttur fram, og EB/Streymur gjørdi eina desperata roynd at javna.
Men samstundis sum HB skoraði í Havn gekk tað upp fyri teir á heimaliðnum, at teir ikki fóru at røkka gullinum. Eftir fimm minuttir við yvirtíð, bríkslaði væl dømandi Dagfinn Olsen dystin av, og so var dreymurin knústur. Tá vóru FSF-formaðurin og hansara fylgi longu farnir av Mølini við kós ímóti Havnini við FM-steypinum og gullinum.