Claus Bech skoraði

Fótbóltur: Hálvi føroyingurin í enskum fótbólti skoraði fyri felag sítt

Claus Bech Jørgensen skoraði sítt fyrsta mál í enskum fótbólti hetta vikuskiftið.

Hálvi føroyingurin, sum hevur 1-ára sáttmála við 2. deildarfelagið Borunemouth var ein av málskjúttunum, tá hansara felag smurdi Colchester av leygardagin.

Bournemouth spældi á heimavølli, og teir vunnu dystin 4-0. Claus Bech Jørgensen, sum hevur staðið seg væl í venjingardystunum undan kappingini økti til 2-0, tá ein knappur tími var spældur.

Bournmouth hevur spælt tríggjar dystir, teir hava vunnið tveir og tapt ein. Teir liggja sum nummar 8 við seks stigum. Frammanfyri teir liggja sjey lið, sum hava vunnið sær 7 stig í teimum fyrstu trimum dystunum.