Nú er tað staðfest, at tað verður 28 ára gamli Claus Bech Jørgensen, sum skal loysa skadda Toda Jónsson av í føroyska landsliðshópinum.
Sum vit skrivaðu í leygardagsblaðnum, so var hetta tað, sum landsliðsvenjararnir arbeiddu við, og nú staðfestir FSF, at tað ikki vóru nakrir trupulleikar við at fáa altjóða spæliloyvið til hálva føroyingin. Tað roknaðu landsliðsvenjararnir heldur ikki við, men tað var so ikki fyrr enn mánadagin, at úttøkan endaliga kundi staðfestast.