Claus fær sekkin

Dagarnir hjá føroyska landsliðsspælaranum Claus Bech Jørgensen í Coventry í næstbestu eingilsku deildini tykjast at vera taldir. Venjarin, Micky Adams, hevur boðað Claus frá, at hann ikki roknar hann millum spælararnar, sum hann fer at dúva upp á næsta kappingarár. Claus og Coventry eru sáttmálabundin í eitt ár afturat, men Micky Adams hevur sagt við Claus Bech Jørgensen, at hann einki hevur ímóti tí, at Claus fer úr felagnum.
- Eg eri ikki púra ovfarin av hesum. Síðani á jólum havi eg havt eina kenslu av, hvønn vegin tað hevur borið. Eg havi møguleika at halda meg til sáttmálan og at stríðast fyri mínum møguleika, sigur 30 ára gamli Claus Bech Jørgensen, sum fyri stuttum hevur keypt hús í Coventry, við danska dagblaðið BT.