Claus fekk javnleik

Blackpool spældi leygardagin ímóti Bristol City í næstbestu ensku deildini, og teir skuldu royna at halda góða gongdini eftir sigur í fyrsta dystinum.

Blackpool kom eisini á odda beint eftir steðgin við máli frá Andy Morrel, men tá 15 minuttir vóru eftir javnaði Murray fyri Bristol City. Beint eftir málið hjá Bristol City kom fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Claus Bech Jørgensen, á vøllin, men einki mál kom eftir hetta. Sum skilst, so var Blackpool tað betra liðið og hevði helst uppiborið sigurin.