Claus liðugur í Blackpool

Claus Bech Jørgensen, sum 10 ferðir hevur spælt fyri føroyska A-landsliðið, er ikki longur partur av hópinum hjá Blackpool í næstbestu ensku deildini. Claus hevur spælt 100 dystir fyri Blackpool, men nú Ian Galloway, sum er venjari hjá felagnum, hevur nú sagt við spælaran, at hann ikki longur er ynsktur í hópinum, og tí stendur tað Claus Bech Jørgensen frítt at finna sær annað felag.