Claus í móti Chelsea

Lutakastið um hvør skal spæla móti hvørjum í fimta umfari av FA Cup er gjørt, og liðið hjá Claus Bech Jørgensen skal møta Chelsea, um teir vinna á Norwich
Um vikuskiftið spældu Blackpool og Norwich javnleik 1-1. Teir skulu tí spæla umdyst fyri at finna út av, hvør teirra skal víðari í FA Cup. Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Claus Bech Jørgensen, spælir við Blackpool, og vinna teir umdystin móti Norwich, er næsta mótstøðulið teirra Chelsea.
Hjá Chelsea er hetta vorðið sum lutakast, og hóast Claus og teir fingu júst tað mótstøðuliðið av øllum, teir allar minst høvdu hugsað sær, so eru teir helst spentir upp á stóru uppgávuna. Men fyrst skal dysturin móti Norwich vinnast, áðrenn Claus Bech Jørgensen sleppur at trína inn á Stamford Bridge.