Claus skoraði aftur

Tað hevur gingið strúkandi hjá Blackpool seinastu góðu vikuna. Nýggjársdag vann liðið 3-0 móti Burnley, og gav hetta eina úrtøku upp á 10 stig í seinastu fýra dystunum. Claus Bech Jørgensen spældi við frá byrjan í dysitnum móti Burnley, og hann skoraði eisini eitt av málunum. Blackpool hevur stóran part av árinum verið heilt nær niðurflytingarstrikuni, men seinastu vikurnar hevur liðið førkað seg upp á 14. plássið í enska Championship.