Claus Bech Jørgensen spældi enn einaferð við allan dystin, tá Blackpool spældi ímóti Coventry í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, eftir at Blackpool hevði lagt seg fram um eftir ein lítlan tíma. Góðar 10 minuttir seinni javnaði Coventry til 1-1, sum gjørdist úrslitið. Blackpool liggur sum nummar 13 av 24 liðum, eftir 8 umfør í deildini eru spæld.