Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var á liðnum frá byrjan, tá ið Blackpool leygardagin spældi ímóti Port Vale. Tað gekk einki serligt hjá Blackpool, tí liðið tapti dystin 2-1. Blackpool var aftanfyri 2-0, men minkaði um munin í yvirtíðini. Claus Bech Jørgensen spældi á miðvøllinum í ein góðan tíma, áðrenn hann og ein liðfelagi vóru skiftir út. Claus hevði eina góða roynd á málið, men málmaðurin bjargaði. Blackpool liggur í botninum í triðbestu ensku deildini.