Claus vann í fyrstu royndini

Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin í fótbólti Claus Bech Jørgensen spældi um vikuskiftið sín fyrsta dyst fyri Fleetwood Town í fimtbestu ensku fótbóltsdeildini. Og Claus og teir vunnu dystin 4-2. Claus var á vøllinum frá byrjan, men tað var ein annar nýggjur maður, sum stjól myndina. Nýggi álopsspælarin Gareth Seddon skoraði hattrick í sínum fyrsta dysti fyri felagið.