Claus vil til SAS-liguna

Claus Bech Jørgensen sigur við danska bold.dk, at hann fegin vil sleppa at royna seg í donsku superliguni. Claus fór í 1999 úr Horsens til Onglands at royna seg, og tí hevur hann ongan tíð spælt í fremstu donsku deildini. Ein møguleiki, sum nú kann gerast veruleiki hjá 33 ára gamla spælaranum, sum 10 ferðir hevur spælt á føroyska landsliðnum.