Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, finst harðliga at handfaringini hjá republikanarunum av kanningini av málinum um fíggjarmannin Jeffrey Epstein.
Hetta ger Clinton á sosiala miðlinum X.
Hann skrivar millum annað, at hann vil hava tað at fara fram í almennari hoyring, tá hann og konan, Hillary Clinton, geva sín vitnisburð í málinum.
– Eg fari ikki at standa passivur, meðan tey brúka meg sum rekvisitt í einum lukkaðum kengurudómi hjá einum republikanskum flokki, sum rennur skríggjandi undan.
– Um tit ynskja svar, lat okkum steðga jólaleikunum og gera hetta á rættan hátt: í almennari hoyring, har amerikanska fólkið sjálvt kann síggja, hvat hetta veruliga snýr seg um, skrivar Clinton.
Umboðsmannatingsins eftirlitsnevnd stendur fyri kanningini av Epstein-málinum.
Formaðurin í eftirlitsnevndini, republikanski James Comer, hevur ynskt, at vitnisburðurin hjá Clinton-hjúnunum verður hildin fyri afturlatnum hurðum, tó við myndatólum, skrivar Clinton.
– Hvør fær ágóðan av hesi skipan? Ikki offrini hjá Epstein, sum hava uppiborið at síggja rættvísi framt. Ikki almenningurin, sum hevur uppiborið at vita sannleikan.
– Tað tænir bara partapolitiskum áhugamálum. Hetta er ikki ein faktuell kanning, tað er reinur politikkur, skrivar hann.
New York Times skrivaði í januar, at Clinton-hjúnini høvdu noktað at vitna í Epstein-málinum. Tey vórðu boðsend í august í fjør.
Men fleiri demokratiskir limir í eftirlitsnevndini høvdu avgjørt at stuðla eini atkvøðugreiðslu, sum kundi hava við sær eitt rættarmál, har Clinton-hjúnini skuldu verða ákærd fyri at hava víst vanvirðing móti amerikanska tjóðartinginum, kongressini.
Bæði fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, og núverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, vóru í hópinum her Epstein ferðaðist.
Epstein doyði í fongsli í 2019, meðan hann bíðaði eftir rættarmáli í New York vegna ákærur um menniskjahandil og kynsligan ágang móti ungdómi.
Epstein varð í 2008 dømdur fyri at hava handlað ungar gentur. Hann sat 13 mánaðir.
/Ritzau/











