Tvey føroyingalið vóru seinnapartin í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Rannvá Olsen (myndin) og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen vunnu á heimavølli í høllini í Snede 32-29 á Roskilde. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið flúgvandi. Í steðginum var Ejstrup/Hærvejen greitt á odda, 20-11. Rannvá skoraði fýra mál í dystinum.
Fyri Ejstrup/Hærvejen, ið undan dagsins dysti hevði tapt seks dystir á rað var talan um ein sera týðandi sigur.
Ejstrup/Hærvejen er fjórðaftast í deildini, og er við 11 stigum beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Beint frammanfyri Ejstrup/Hærvejen við 12 stigum er liðið hjá Brynhild Pálsdóttir og Marionnu G. Eystberg, Ydun.
Ydun vann á heimavølli í høllini á Frederiksberg stórsigur 29-18 á Fredericia. Í steðginum var Ydun frammanfyri við átta málum, 13-5. Ydun hevur í seinastu fimm dystunum tryggjað sær níggju av 10 møguligum stigum, so tær eru í einari sera góðar gongd.
Brynhild skoraði fýra mál og Marianna skoraði trý mál.
Í morgin klokkan 13 tekur liðið hjá Lív og Vár B. Zachariasen, Ajax móti AGF í Bavnehøj høllini í Keypmannahavn.











