Øll trý føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini hjá monnum vóru í leiki í dag, og tað eydnaðist bert tí eina føroyingaliðnum at vinna eitt stig.
Rói Ellefsen á Skipagøtu (myndin) og liðfelagarnir í Hallby megnaðu á útivølli javnleik 24-24 móti Ystad. Í steðginum var Hallby á odda 11-9.
Rói skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál (assist).
Hallby er triðaftast í deildini við 15 stigum. Liðið hevur tó 10 stig niður til aftasta liðið. Bert liðið sum endar aftast aftaná lokið grundspæl flytur beinleiðis niður. Fjórð, trið og næstaftasta liðið skulu spæla dystir móti liðum úr næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona taptu á heimavølli í Brinova Arena 29-33 fyri Kristianstad, ið var á odda 15-13 í steðginum. Tróndur var noteraður fyri eitt mál.
Karlskrona er nummar níggju í deildini við 17 stigum. Teir hava trý stig upp til Önnered, ið er á týðandi áttanda plássinum sum gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof taptu á útivølli greitt 26-33 fyri Hammarby. Heimaliðið var á odda 15-13 í steðginum. Eisini Ísak skoraði eitt mál í dag.
Sävehof er nummar fýra í deildini við 23 stigum.











