Uttanríkisráðharrin í Danmark Lars Løkke Rasmussen, kallar upplatingina av einum kanadiskum konsuláti í Grønlandi fyri eina nýggja byrjan.
Konsulatið skal styrkja verandi samstarv og sambond hjá Grønlandi - og øllum danska kongaríkinum við Kanada.
Tað segði Løkke á tíðindafundi í Nuuk seinnapartin saman við kanadiska uttanríkisráðharranum, Anitu Anand, og grønlendska uttanríkisráðharranum, Vivian Motzfeldt.
Á tíðindafundinum vórðu Løkke og Motzfeldt spurd um støðuna við USA, eftir at forsetin í landinum, Donald Trump, fleiri ferðir hevur víst á ynski um at taka ræði á Grønlandi av trygdarávum.
– Vit eru komin á rætta kós aftur. Ætlanin er at hava nýggjar fundir. Men vit fara at lata samrøðurnar vera millum tey, sum halda tær.
Embætisfólk úr Danmark, USA og Grønlandi høvdu fyrsta fundin síðst í januar fyri at royna at minka um spenningin kring Arktis.
Arbeiðsbólkurin varð settur á stovn, eftir at Løkke og Motzfeldt í januar hittu amerikanska varaforsetan J.D. Vance og uttanríkisráðharran Marco Rubio í amerikanska høvuðsstaðnum Washington.
Sambært Vivian Motzfeldt er støðan betri enn hon var fyri einum mánað síðani.
– Vit eru á diplomatiska leiðini, og vit hava samskifti, sigur Motzfeldt og leggur afturat:
– Tað hava vit ynskt í nógvar mánaðir, tá vit hyggja aftureftir, vísir hon á.
Løkke er samdur:
– Vit eru ikki úti úr kreppuni. Vit hava onga loysn. Men vit eru á einum betri stað. Tað er eingin revsitollur og ongar hóttanir. Hetta mugu vit loysa á ein vanligan diplomatiskan hátt.
Millum argumentini hjá Trump fyri at taka yvir Grønland er, at Danmark sambært amerikanska forsetanum ikki kann "gera nakað, um Russland ella Kina vilja hertaka Grønland". Men tað kann USA, heldur hann.
Sambært kanadiska uttanríkisráðharranum fer upplatingin av konsulátinum at vera við til at tryggja trygd og verju í arktiska økinum, har Kanada eisini hevur stóran lut í.
Kongaríkið Danmark og Kanada, saman við USA, Finnlandi, Noregi, Svøríki, Íslandi og Russlandi, mynda arktisku ríkini.
Frakland lat eisini fríggjadagin upp konsulát í Grønlandi.
Sambært Lars Løkke umhugsa fleiri lond at gera tað sama.
Grønland ætlar at lata upp umboðan í Kanada í nærmastu framtíð, segði Motzfeldt á tíðindafundinum.
Kanada og Grønland hava eina felags søgu, tí upprunafólkið hjá inuittunum býr báðum støðum.
/Ritzau/











